Kom við til kunningarfund og lær um samarittavirksemið ⛑️
👇 👇Kundi tú hugsað tær at gerast Samarittur? ⛑️
Týsdagin tann 19.03.2024 hava vit kunningarkvøld fyri nýggjar samarittar.
• Móttøka
• Grundleggjandi kunning um Reyða Kross og samarittavirksemið
• Krøv og væntanir at gerast samarittur
• Tær ymisku útbúgvingarnar ein kann taka hjá samarittunum
• Vaktir og tiltøk
• Stutt innlit í okkara útgerð
• Fundir og annað virksemi
• Spurningar
Vit síggjast í Stiðjugøtu 6 kl 19! ☺️
Øll eru vælkomin
... Sí meira ..Sí minni ..
Fitt av fólki kom saman til ársaðalfund í Reyða Krossi í dag, 17. mars ⛑
Formaðurin, Jóannes Eidesgaard, og næstformaðurin, Torfinn Højgaard, stóðu fyri vali. Harumframt skuldu tveir tiltakslimir veljast.
Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður
Torfinn Højgaard, næstformaður
Mary-Ann Thomsen, kassameistari
Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur
Fía Niclasen, nevndarlimur
Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur
Tommy Petersen, tiltakslimur
👉 Ársfrágreiðingin fyri 2023 kann lesast her: redcross.fo/um/arsfragreidingar/
... Sí meira ..Sí minni ..
Áminning um aðalfund í Reyða Krossi Føroya sunnudagin 17. mars ⛑️
Allir limir eru vælkomnir.
Til ber at tekna seg sum lim. Árliga limagjaldið er 200 kr. Tekning fer fram á www.redcross.fo/limir.
Aðalfundurin byrjar kl. 15:00 og verður í Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn.
... Sí meira ..Sí minni ..
Sunnudagin 10. mars vóru luttakarar og sjálvboðin í Reyða Kross Vinum saman við familju og vinum til verkstovu hjá Color Up Peace og Albinu Kokina ❤️
Tey vitjandi á verkstovuni søgdu tað vera ein hugsavnandi og friðsæl løta, har tey málaðu friðarmyndir 🖼🖌
Listakvinnurnar báðar, ið hildu verkstovuna, eru úr Ukraina. Lisa Glybchenko frá Color Up Peace flutti til Finlands sum lesandi eftir at stríð tók seg upp í Ukraina í 2014, og Albina Kokina søkti sær friðskjól í Føroyum fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani. Báðar nýta tær listina at arbeiða fyri friði 🕊
Reyði Krossur takkar Føroya Fólkaháskúli og flóttafólkasamskiparanum í Tórshavnar kommuna fyri at skipa fyri og fyri at bjóða okkara vinapørum til tiltakið 🤝
... Sí meira ..Sí minni ..
👇😍 ... Sí meira ..Sí minni ..
Hey, eg eiti Karina, og gangi í 10. flokki á Námx.
Eg havi verið hjá Reyða Krossi hesar seinastu tvær vikunar. Ímeðan eg havi verið her, havi eg gjørt nógv ting, man vanliga ikki sær ella hoyrir um, t.d. hvat gongur fyri seg í Mat- og klædnahjálpini, klædnaskiljingini og hvat skal til áðrenn flóttafólk koma á móttøkuhúsið. Eg havi eisini verið á skrivstovuni fyri tað mesta av tíðini, har man sær, hvussu nógv planlegging og arbeiði liggur aftanfyri tey ymisku tingini, sum Reyði Krossur skipar fyri og hjálpir við.
Har er nógv ymisk tú fert at gera, um tú velur at fara í starvlæru her, og eg haldi, at tað hevur verið øgiliga hugnaligt.
... Sí meira ..Sí minni ..
Endurnýtsla
Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu og tveir klædnahandlar í Tórshavn, og ein klædnahandil í Vági.Samarittar
Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.Fyrstahjálp
Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lívum! Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?Vitjanartænasta
Vitjanartænastan virkar fyri at basa einsemi í Føroyum. Øll fáa gleði av góðari samveru - bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.Mat- og Klædnahjálp
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til einstaklingar og familjur, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.Reyði Krossur Føroya
Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.