Summarlegan
Reyða Kross Vinir
Býr ein sjálvboðin leiðari í tær?
Ársins fyrsihjálpari 2023
Ársins fyrsihjálpari 2023
Gerst Reyða Kross Vinur
Gerst Reyða Kross Vinur
Red cross 1818
Red cross 1818
Slide
previous arrow
next arrow
Used for the like, share, comment, and reaction icons

... Sí meira ..Sí minni ..

27-03-2024, 12:18

Hevur tú hug at gerast partur av sjálvbodna toyminum í endurnýtsluhandlinum á Bryggjubakka? 😍♻

Vit eru áleið 28 sjálvboðin, ið reka hugnaliga handilin. Vit deilast um at gera handilin kláran, starvast í handlinum, tá hann er opin og at taka myndir til sosialar miðlar. Summi arbeiða hvørja viku, meðan onnur arbeiða einaferð um mánaðin ⛑

Vit leggja stóran dent á, at tað skal vera tíð til hugna. Vit hittast regluliga til ein felags drekkamunn, har vit tosa um, hvussu tað gongur og hvat vit kunnu gera øðrvísi ☕

👉 Vit hava serliga tørv á eyka hondum til at starvast í handlinum hós- og fríggjadagar, tá handilin er opin millum 13:30 – 17:30. Tú gert sjálv av, hvussu nógv tú vilt hjálpa.
Er hetta nakað fyri teg, so skriva til katrindn@redcross.fo, so seta vit okkum í samband við teg.
... Sí meira ..Sí minni ..

26-03-2024, 16:23

... Sí meira ..Sí minni ..

25-03-2024, 20:51

Spennandi nýggj verkætlan í Endurnýtsluhandilin á Bryggjubakka - Reyði Krossur 😍♻️👇Mikudagin 20. mars kl. 13.30 byrjar nýggj spennandi søla á Bryggjubakka ♻️
Sólja hevur verið í starvsvenjing hjá Reyða Krossi í skjótt fýra vikur. Hon hevur seymað nýtt úr endurnýtsluklæðum. Onki plagg er eins. Tað verður spennandi at síggja, hvat er komið burturúr 😍
👉 Til høvið bjóðar Reyði Krossur ein kaffimunn, millum 13.30 - 17.30 ☕
... Sí meira ..Sí minni ..

19-03-2024, 12:13
Spennandi nýggj verkætlan í Endurnýtsluhandilin á Bryggjubakka 😍♻️👇

Kom við til kunningarfund og lær um samarittavirksemið ⛑️

👇 👇Kundi tú hugsað tær at gerast Samarittur? ⛑️
Týsdagin tann 19.03.2024 hava vit kunningarkvøld fyri nýggjar samarittar.
• Móttøka
• Grundleggjandi kunning um Reyða Kross og samarittavirksemið
• Krøv og væntanir at gerast samarittur
• Tær ymisku útbúgvingarnar ein kann taka hjá samarittunum
• Vaktir og tiltøk
• Stutt innlit í okkara útgerð
• Fundir og annað virksemi
• Spurningar

Vit síggjast í Stiðjugøtu 6 kl 19! ☺️
Øll eru vælkomin
... Sí meira ..Sí minni ..

18-03-2024, 20:45
Kom við til kunningarfund og lær um samarittavirksemið ⛑️

👇 👇
Meira ...

Sí fleiri tíðindi

Endurnýtsla
Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu og tveir klædnahandlar í Tórshavn, og ein klædnahandil í Vági.

Sí meira

Samarittar
Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.

Sí meira

Fyrstahjálp
Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lívum! Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?

Sí meira

Vitjanartænasta
Vitjanartænastan virkar fyri at basa einsemi í Føroyum. Øll fáa gleði av góðari samveru - bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.

Sí meira

Mat- og Klædnahjálp
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til einstaklingar og familjur, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Sí meira

Stuðla
Stuðla hjálpararbeiðinum við at gera eina peninga flyting á okkara konto í føroysku peningastovninum.

Sí meira

Reyði Krossur Føroya

Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.

Yvirlit yvir bingjur, handlar og sølur hjá Reyða Krossi Føroya

Filter by